07 Vestur nýggja heimasíðu

07 Vestur hevur seinastu árini haft eina aktiva heimasíðu og harvið eisini nógv vitjandi.

Fótbóltsfelagið í Vágunum hevur fingið tað dagførdu útgávuna av Ivevo, sum er væl lættari at fáast við umsitingarliga enn tann gamla, og tí kann væntast at heimasíðan verður enn betri dagførd. Sniðið er ikki broytt nógv, men ymiskt nýtt tilfar er lagt inn.

Eisini vísir heimasíðan nú Vevlýsingar, sum er føroya størsta lýsingaskipan. Lýsingarnar eru lagdar heilt út til høgru síðu. 07 Vestur vinnur eisini pening burturúr Vevlýsingum, alt eftir hvussu nógvar vitjanir síðan hevur.

Ein og hvør kann vísa Vevlýsingar á sínari síðu. Bæði feløg og portalar av ymsum slag. Set teg í samband við okkum, so taka vit eitt prát um tað.

Vit á Knassum ynskja 07 Vestur tillukku við heimasíðuni.

Vitja 07vestur.fo
Les meira um heimasíður frá Knassum
Les meira um Vevlýsingar






Samband

Knassar 
Sundsvegur 89
740  Hvannasund

  (+298) 20 80 80
  support@knassar.fo

Tíðindabræv