B68 nýtt snið

Eftir nøkur ár við gamla sniðinum frá Knassum trongdi heimasíðan til eina dagføring.

Í samstarvi við nevndina í felagnum fylgdu vit snøgga sniðinum í faldaranum, sum tey geva út til hvønn dyst og fyri at fáa heimasíðan lívligari, vórðu spælarar settir inn ovast. Eisini gjørdu vit tað soeliðis at man kundi lesa tann nýggjasta faldaran.

B68 heimasíðan er annars ein virkin heimasíðan við nýggjum tilfari inni nærum hvønn dag. Tað sæst eisini aftur á vitjanartalinum.

Nýggja B68 heimasíðan vísir eisini lýsingar frá lýsingaskipanini, Knassar hava ment og verður kalla Vevlýsingar. Tað serliga við Vevlýsingum er at ein og hvør kann seta sína egnu lýsing og ein og hvør hevur ráð til eina Vevlýsing. Vevlýsingar er føroya størsti lýsingamiðil og verða lýsingarnar millum annað vístar á nordlysid.fo og skipini.fo.

Heimasíðan verður umsitin við heimasíðuskipanini Ivevo, sum Knassar hava ment.

Vitja www.b68.fo her
Stovna tína egnu Vevlýsing her
Sí meira um Ivevo







Samband

Knassar 
Sundsvegur 89
740  Hvannasund

  (+298) 20 80 80
  support@knassar.fo

Tíðindabræv