Ein nýggjur miðil um skip og fiskivinnu

Fiskur.fo er ein nýggjur sjálvstøðugur miðil á Portalinum.

Fiskur.fo er ein vitanarmiðil við tíðindum, sjónbrotum, talgildum kortum, hagtølum, greiningum og databasum. Eisini er pallur til meiningar og kronikkir.

Byrjað verður í Føroyum og nærumhvørvinum. Seinni koma øll hini fiskivinnulondini við. Málið er føroyskt til føroyingar og enskt til útlendingar.

Byrjað verður við tíðindum. Greiningar og data verða lanserað leypandi.

Fiskur.fo er eitt samstarv millum Knassar og FAREC International.

Tíðindi eru ein ókeypis tænasta, meðan alt annað verður ein haldaraskipan.

Fiskur.fo er fyrsta frambrotið av fleiri ávegis hjá Knassum at menna Portalin til fleiri tænastur.