Soleiðis sær tað út niðast á Portal.fo forsíðuni.

Fá tær ein kaffisteðg á Portal.fo

Í dag lat nýggj undirsíða upp á Portalinum. Nýggja undirsíðan hevur fingið navnið kaffi.portal.fo og hevur longu nú alskyns videobrot frá øllum heiminum, og vit hava valt at rópa hana Kaffisteðgurin.

Ætlanin við síðuni er, at fólk kunnu stytta sær løtur við at síggja stuttlig og fesk videobrot.

Knassar vóna at tað verður góð undirtøka fyri nýggju síðuni, og vit fara at menna hana so við og við.

Fá tær ein kaffisteðg her