Felags portalur, har advokatar lýsa ognir til sølu

Nú nýggj lóggáva er lýst at koma í gildi í Føroyum viðvíkjandi keypi og sølu av fastogn er gjørdur ein felags portalur, har advokatar lýsa ognir til sølu.

Heimasíðan er úrslit av samstarvi millum føroyskar advokatar, ið hava stovnað felag at eiga og reka www.ogn.fo.

Á ogn.fo verða tær ognir, ið advokatar selja, lýstar til sølu á einum stað. Endamálið er m.a. at gera tað at lýsa ognir til sølu, og tað at leita eftir ognum, einfaldari, greiðari og meira nýtsluvinarligt fyri bæði seljara og áhugaðar keyparar.

Í nevndini í felagnum, ið eigir og rekur ogn.fo sita Kristina Samuelsen, formaður, Birita S. Samuelsen, skrivari og kassameistari og Jóhan Lamhauge.

Knassar hava sniðgivið og forritað portalin í tøttum samstarvi við Advokatfelagið og vit eru stoltir av úrslitinum. Eisini hava vit gjørt flashlýsingar, blaðlýsingar, vevlýsingar og Facebook lýsingar í sambandi við lýsingaátakið av heimasíðuni.

Vit ynskja Advokatfelagnum góða eydnu við ogn.fo.

Vitja ogn.fo her






Samband

Knassar 
Sundsvegur 89
740  Hvannasund

  (+298) 20 80 80
  support@knassar.fo

Tíðindabræv