Heygum og Petersen advokatar nýggja heimasíðu

Heimasíðan er vindeyga úteftir og verður regluliga dagførd við øllum viðkomandi upplýsingum. Gjøgnum heimasíðuna ber t.d. til at fylgja gongdini í øllum innheintingarmálum, stendur m. a. at lesa á heimasíðuni.

Uppgávurnar fevna um alt virkisøki hjá einum advokati, so sum incasso, fútarættarmál, forboð og arrest, arva- og skiftissakir, endurgjaldssakir, skattamál, starvsfólkamál, hjúnaskilnað, hjúnabandsskifti, jarðarsakir, fiskivinnumál, revsimál, tvingsilssølur, likvidatiónir, akkord, konkurs, stovnan og avtøku av feløgum, søla og keyp av fastogn, skipum, leysafæ, auktiónir v.m.

Heimasíðan er útgjørd við húsasølu, uppboðssølu, lán útroknara og nógvum øðrum.

Knassar hava í tøttum samstarvi við Heygum og Petersen sniðgivið heimasíðuna og eru vit sera væl nøgdir við úrslitið.

Vit ynskja Heygum og Petersen advokatum tillukku við nýggju heimasíðuni.

Vitja www.adv.fo her






Samband

Knassar 
Sundsvegur 89
740  Hvannasund

  (+298) 20 80 80
  support@knassar.fo

Tíðindabræv