Mynd: Jens Kr. Vang, portal.fo

Knassar luttaka á Jobmatch

Knassar er føroysk KT fyritøka sum mennir skipanir og tænastur til internetið.

Fyritøkan byrjaði sítt virksemi í 2002 og nú koyra yvir 600 heimasíður við Ivevo, sum er heimasíðuskipanin hjá Knassum. Eisini hava Knassar ment lýsingaskipanina Vevlýsingar.

Umframt heimasíðuskipanina Ivevo og lýsingaskipanina Vevlýsingar, eiga og reka Knassar eisini Portalin.

Upp ímóti 15 fólk eru knýtt at Knassum og fevnir hetta um journalistar, sølufólk, forritarar, grafikarar við meira.

Jobmatch 2014 verður týsdagin 30. desember frá klokkan 13 til 19 í Norðurlandahúsinum.