Kom gott í gongd
Fá eina flotta og brúkiliga heimasíðu, við øllum funkunum sum fólk elska við Ivevo, fyri ein av lægstu prísunum á marknaðinum.

Løtt umsiting av innihaldi, myndum, tíðindum, tiltøkum, menu'um, brúkarum o.m.a. Set teg í samband við okkum í dag, so er heimasíðan klár innan eina viku.


kr. 10.000,- u/mvg (12.500,- v/mvg)

2000 krónur at lýsa fyri
Við í "Kom gott í gongd" pakkanum fylgja 2.000 krónur at lýsa fyri á øllum heimasíðunum sum vísa Vevlýsingar. Eitt nú vp.fo, nordlysid.fo, dals.fo, skipini.fo og fleiri aðrar.

2.000 krónur er sera gott at koma í gongd við og tú verður nógv vístur.
Soleiðis kundi tín heimasíða sæð út
Vit hava sett nøkur dømir upp til høgru hvussu tín heimasíða kundi sæð út. Ígjøgnum árini vit hava gjørt heimasíður hava vit funnið útav hvat tann vitjandi vil hava og hvat riggar.

Heimasíðuskipanin Ivevo
Nú er ikki longur neyðugt at brúka nógva tíð uppá at læra hvussu tú brúkar heimasíðuna. Vit hava flutt alla umsiting framum, soleiðis at einki er aftanfyri, og tær nýtist ikki at duga nógv meira enn at vitja síðuna.
Stovna síðu
Stovna so nógvar síður sum tú hevur hug til uttan at kostnaðurin fer upp.

Tað er sera lætt at stovna síðu umsita innihald. Umsit innihaldi sum tú gert í Word og øðrum skriviforritum.

Broyt síðu
Skalt tú broyta í innihaldi, sum liggur á heimasíðuni áðrenn, er tað eingin trupuleiki.

Í valmyndini niðast á heimasíðuni er ein blýantur sum tú trýstir á og umsitur innihaldi sum tú gert í Word og øðrum skriviforritum.
Jú fleiri myndir, jú betri
Legg so nógvar myndir út sum tú hevur hug til, uttan at tú skalt hugsa um kostnað ella at passa myndastøddir til. Tú velur hvørjar myndir frá tínari teldu skulu inn á heimasíðuna og so ornar Ivevo rest.

Løtt menuumsiting
Avgreið lætt menu uppbygnaðin, við einans at draga síðurnar til har tær skulu liggja.
Stýr loyvum lætt
Brúkaraumsiting er sera umráðandi tá man hevur nógv fólk sum umsita heimasíðuna. Tað er møguligt at stýra loyvum soleiðis at tú fært vart ymsar síður og givið einum brúkara loyvi einans at broyta eina síðu. Soleiðis ert tú altíð vísur í at eingin leggur nakað út, sum ikki skal út.

Loyvini verða umsitin við at draga loyvir yvir á brúkaran sum skal hava tey.
Trygdin í hásati
Knassar hava helst bestu hýsing í Føroyum og trygdin er í hásæti. Servarirnir verða hugdir at 24 tímar um samdøgri og er nakað galið verður tað rætta uppaftur beinanvegin.

Hjálp
Hóast skipanin er sera løtt at brúka, kann tað henda at man gloymur okkurt og tí hava vit gjørt videovegleiðingar. Annars eru vit altíð klárir at hjálpa tær á tel. 20 80 80 ella support@knassar.fo.
Áhugavert?
Ljóðar hetta áhugavert fyri teg ella tína fyritøku? Set teg í samband við okkum.


tel. 20 80 80

knassar@knassar.fo