Myndin til 'Vælkomin greinina' tá síðan lat upp ;)

Mortan dyrkar garnatálg (og føroyska matmentan)

Nýggj undirsíða lat í dag upp á Portal.fo og hon ber heiti Gastronomi.

Gastronomi-síðan er karmur um bloggur, mattíðindi, persónar, uppskriftir og tiltøk.

Tað eru Mortan í Hamrabyrgi og Portal.fo sum ísamstarvi gera heimasíðuna og tað er Mortan sum hevur ábyrgdina av tilfarinum.

Gastronomi ynskir at stimbra føroyska matmentan og ætlar sær at seta sjóneykuna á hvussu hon trívist. Vit á Knassum gleða okkum at fylgja gongdini við nýggju undirsíðuni og gleða okkum at menna hana víðari.

Vitja gastronomi.portal.fo her