Ó-beinleiðis á Portalinum

Seinnapartin í dag verður ein nýggj sending at síggja beinleiðis á Portal.fo.

Tað er ungdómssendingin "Ó-beinleiðis", sum felagið Ó skipar fyri, sum framyvir verður "streamað" beinleiðis sum sjónvarpssending á Portal.fo.

Fyrsta sendingin verður seinnapartin í dag frá klokkan 15.00 til 17.00 og síðan verður sent hvønn hósdag hetta tíðspunktið.

Innihaldið verður óbroytt, skrivar Hanus Samró, partaeigari í Ó í tíðindaskrivi, sum er sent øllum miðlum í morgum.

Dentur verður framvegis lagdur á lestrarumhvørvið í Føroyum, hvussu tað er at liva og lesa her heima, og eisini verður tosað við lesasndi, sum annaðhvørt íðka ítrótt ella tónleik.

At sendingin nú "flytir inn" á Portal.fo er ein partur av einari menningarætlan.

- Tað er týdningarmikið, at vit ikki standa í stað, men at konseptið verður ment alla tíðina, sigur Hanus Samró í tíðindaskrivinum.

Umframt at gera avtalu við Knassar um at hýsa sendingini á Portal.fo, er avtala eisini gjørd við SMS um, at sendingin verður send beinleiðis av Torginum í SMS.

Á skránni í dag er ein samrøða við Teit Gestsson, sum er málmaður á besta liðnum hjá HB og U21 landsliðnum, men sum eisini byrjaði lestur á Fróðskaparsetrinum í summar. Eisini er ein samrøða við Trygva Danielsen, sum hevur givið eina fløgu/stuttsøgusavn út. Trygvi Danielsen fer at greiða frá stuttsøgusavninum, og lesur eisini nakrar yrkingar upp. Eisini fara ungmannafeløgini at kjakast um spurningin um fólkaræðið er í vanda ella ikki.

Fyrsta sendingin verður so á Portal.fo seinnapartin í dag, og hon byrjar klokkan 15.00.

Vertir vera Bogi Berg og Marin Eidesgaard.