Portalurin í nýggjum hami

Tíðliga í morgun byrjaði tann stóra tekniska umleggingin av Portal.fo.

Umleggingin er ein beinleiðis avleiðing av, at KT-fyritøkan Knassar í summar keyptu Portal.fo frá Føroya Tele. Og tað sum hendir nú er í roynd og veru, at Knassar yvirtaka tekniska partin av www.portal.fo.
Tekniska umleggingin er bara fyrsti partur av broytingunum, sum fara at henda í samband við yvirtøkuna, og hon merkir eisini, at tað framyvir verður munandi lættari at menna Portalin.

Umleggingin kann hava óreglusemi við sær fyrsta samdøgrið, og vit biðja lesarar og lýsarar halda okkum til góðar um alt ikki er sum tað skal í dag.

Um so er, at tit renna tykkum í eitthvørt, ið ikki er sum tað eigur, vera tit vinarligast biðin um at siga okkum frá á knassar@knassar.fo.