Sirri hevur nú eisini nethandil

Sirri er eitt klædnamerki, ið bert fæst við vøru gjørda úr føroyskari ull. Sirri byrjaði virksemi sítt í 2000 og síðan tá hevur endamálið við framleiðsluni verið at framleiða ymisk nútíðar snið, ið føroyskir og útlendskir sniðgevar hava gjørt. 

Hugskotið aftanfyri Sirri er at gagnnýta tað tilfeingi, sum er í Føroyum. 

Føroyska ullin skal nýtast og úr henni skal ein vøra gerast, sum er nakað serstakt, og sum fær ein serligan týdning fyri brúkaran. 

Sirri hevur nú eisini nethandil frá Knassum á www.sirri.fo har tú, beinleiðis kann keypa pløgg, tógv og annað og fáa vøruna senda heim til tín. 

Vøruyvirlitið er gjørt soleiðis, at tað er sera lætt at síggja vøruna við stórari mynd og leggja í kurv, uttan nakað hóvasták. 

Knassar ynskja Sirri góða eydnu við nethandilinum framyvir. 

Vitja nethandilin her
Meira um heimasíðuskipanina Ivevo







Samband

Knassar 
Sundsvegur 89
740  Hvannasund

  (+298) 20 80 80
  support@knassar.fo

Tíðindabræv