Tann fríska heimasíðan

Dagstovnurin við Løgmannabreyt fekk fyri stuttum nýggja heimasíðu frá Knassum. Heimasíðan fekk eitt nógv frískari snið, samstundis sum ymiskt av tilfarinum varð hugsað umaftur.

Starvsfólki á dagstovninum vilja saman við foreldrum gera stovnin til eitt gott stað at verða. Her skal vera ein góður trivnaður og góð viðurskifti ímillum børnini, starvsfólki og børnini og ímillum starvsfólki. Vit arbeiða fyri at fáa ein góðan felagsskap, har børnini trívast og mennast í einum kreativum umhvørvi.

Tað sama ynsktu vit at fáa fram í heimasíðuni. Ein frísk, kreativ heimasíða har tey, ið eru knýtt at stovninum trívast.

Vit á Knassum ynskja Dagstovninum við Løgmannabreyt tillukku við nýggju heimasíðuni.

Vitja logmannabreyt.fo her






Samband

Knassar 
Sundsvegur 89
740  Hvannasund

  (+298) 20 80 80
  support@knassar.fo

Tíðindabræv