Um Knassar
Knassar er føroysk KT fyritøka sum mennir skipanir og tænastur til internetið.
Síðan byrjanina í 2002 eru fleiri enn 600 heimasíður koyra við Ivevo, sum er heimasíðuskipanin hjá Knassum. Vevlýsingar, sum Knassar eisini hava ment, er Føroya størsti lýsingamiðil.

Høvuðssætið er í Hvannasundi har nøkur av okkara dugnaligu starvsfólkum sita, men vit hava eisini fólk sitandi í Havn umframt í Danmark og í Bulgaria.
Brøðurnir Niklái Nysted og Jon Nysted eru úr Hvannasundi og her hava teir rikið Knassar seinastu 11 árini. Teir byrjaðu sum heilt ungir at fáast við teldur og áhugin fór síðani yvir í internet og hava gjørt nógvar verkætlanir bæði saman og hvør sær.
FO-nummar (nic.fo): 2927651729