Vevlýsingar vaksa til eisini at umfata flexlýsingar

Nú er eisini møguligt at umsita Flexlýsingar inni á vevlysingar.fo

Í hesum sambandi verða størri dagføringar gjørdar í tað digitala infrakervið. Hesar dagføringar koma at hava við sær nakað av forstýringum í Vevlýsinginum komandi dagarnar (vika 42), ímeðan høvuðsdagføringarnar verða framdar.

Hvat er flexlýsingar?
Flexlýsing er mynd á 1000x500px. Myndin verður brúkt í ymiskum støddum, og skal tí kunna vísast niður í 300x150px. Møguleiki er at umsita vísingar fyri hvønn miðil sær.

Møgulig myndaformat: .jpg .png .gif

Hug at hoyra meir um Flexlýsingar? Skriva til okkum á lysingar@vev.fo ella ring 20 70 70