Við dals.fo kunnu øll selja og keypa á netinum

Samband

Knassar 
Sundsvegur 89
740  Hvannasund

  (+298) 20 80 80
  support@knassar.fo


Fyri stuttum lótu Knassar nýggja heimasíðu upp saman við eldsálini Margreth Dalsenni. Talan er um www.dals.fo, sum eftir fáum vikum bleiv føroya størsta torg, og nú nógv tað størsta.

Margreth Dalsenni hevur saman við øðrum haft ein bólk á Facebook, sum varð kallaður Rótikassin. Yvir 13.000 limir vóru í Rótikassanum og endamálið við bólkinum var at fólk kundu selja og keypa brúktar vørur. Men Facebook er ikki rætta staðið fyri slíkar bólkar sum Rótikassin. Hetta tók tí nógva tíð hjá fólkunum aftanfyri at umsita, og tí bjóðaðu vit okkum at gera samstarv við Margreth Dalsgarð um heimasíðu.


So varð farið í gongd

Vit fóru so í gongd og byrjaðu at hugsa, um hvussu heimasíðan best var uppbygt og avgjørt var at hon skuldi virka sum uppboðssøla. Tann sum setur vøruna til sølu, setur ein minsta prís og tá boðið er komið uppum minsta boð, telur vøran niður í alt frá 2. tímum til 24 tímar. Tað er nakað man velur sjálvur.

Eftir nøkrum døgum stóð heimasíðan klár at fara út sum royndarútgáva. Heimasíðan royndist væl og vit rættaðu funktiónur og løgdu afturat so hvørt sum brúkarin sá hvat manglaði.

Yvir 9000 vørur lagdar út

Dals.fo lat upp 1. oktobur og síðani tá hevur tað verið sera væl umtókt. 9000 vørur eru lagdar inn á heimasíðuna.


Endurnýtslu handil í Klaksvík

Margreth hevur við síðurnar av Facebook bólkinum og nú heimasíðuni, leiga sær høli í Klaksvík til ein "second hand" handil, sum tað kallast. Har selur hon serliga brúkt klæðir, men eisini onnur brúkt ting.